Grækarismessuhald í Vági

(mynd: Suðurrás)

Aftur í ár skipa skótarnir fyri grækarismessuhaldi í Vági, sum verður sunnudagin 13 mars. Byrja verður kl. 14.00 við Minnisvarðan, har Marin H. Gaardlykke flytir fram røðu. Felagssangur verður eisini.

 

Tað er skótaliðið Royndin, ið skipar fyri, og tað hava tey gjørt í mong ár.

 

Aftaná bjóða skótarnir ein drekkamunnur í Miðlatúni.

 

Miðlatún er miðskeiðis í Vági, í gamla posthúsinum, og í hugnaligu hølunum er m.a. bókasavn og kunningardiskur til ferðavinnu o.a. Miðlatún er so at siga beint við minnisvarðaøkið, har grækarismessuhaldið fer fram.

 

(mynd: Suðurrás)