Tjaldur ver vælkomið Grækarismessuhaldið verður sunnudag 13. mars.
– Tað frøir okkum, at vit kunnu bjóða øllum oman á Vaglið aftur uttan avmarkingar vegna koronu, skriva fyrireikararnir til grækarismessuhaldið í Havn, skótarnir.
Skrúðgongan byrjar undir Bryggjubakka kl 15:00, tá skótar, úlvar og títtlingar úr skótaliðunum í Havn fara til gongu. Gingið verður niðan um Finsen eftir Tróndargøtu og síðani oman á Vaglið eftir Niels Finsens gøtu. Hornorkestrið spælir nøkur løg, og síðani fer Jóhann Mortensen at flyta fram røðu.











