Graceland  200

Við síni nýggju útgávu leitar 200 aftur til tónlistarligu røturnar. Úrslitið er ein skitin og speisk fløga. Viva La Repulica var ein sera vælumtókt útgáva, sum fekk sera góð skoðsmál í fjølmiðlum. Løg sum Muscleman-blað, mamma og Tað stóra bankaránið gjørdust landaplágur, og bólkurin lyftist sostatt frá at vera ein undirgrunds-mótmælisbólkur, til at vera fólkaogn Nú hevur bólkurin 10 ár á bakið, og fløgan Graceland vitnar um, at bólkurin als ikki er mettur enn.

Longu tá ið fyrsta lagið á fløgini Talibann (stuttligt orðaspæl) verður blást út ígjøgnum hátalararnar, verður tú mintur um hvussu orkumikil tónleikurin hjá 200 er. Teir fresa avstað við 200 kilometrum um tíman, og smálutirnir sita sera væl. Eg haldi, at 200 ferð eftir ferð vísa, at teir eru millum best spælandi rokkbólkarnar her á landi. Og Graceland er sjón fyri søgn. Tónleikurin er heilt væl spældur, og serliga samanspæli millum bass og trummur er trygt. Við einum tílíkum botni, sleppur Niels Arge Galan at róta og larma nógv, uttan at tað fyrikemur óskipað.

Tað er eisini hugtakandi at hoyra, hvussu energiskur Uni Árting er á trummunum. Maðurin er ein sonn orkubumba, og hetta er eftirhondini eisini eitt av høvuðseyðkenninum hjá 200.
Løgini á fløguni eru nógv meiri punk enn tey á Viva... fløguni. Tað longsta lagið á fløguni er 3.08 minuttir, og soleiðis eigur tað eisini at vera. Onki fjas, bara dundandri punkur.
Niels argar
Tekstirnir eru sum altíð argandi. Hóast bólkurin hevur flutt fokus frá loysingini, eru tekstirnir grovir og ironiskir. Heitið á fløguni Graceland er eisini ein ábending um hvør ið fær av grovfílini. Graceland snýr seg stutt sagt um, at vit hava tað so fantastiskt í Føroyum, tí at vit fylgja Guðs orðið.
Men hesaferð er tað ikki bara Niels, Uni og Mikael, sum hava skrivað tekstirnar. Hesaferð hava teir eisini nýtt brot úr kjakinum í Løgtinginum. Neyvan høvdu politikarar roknað við, tá teir á landsins tingi søgdu sína hjartans meining um rasismuparagraffina, at teirra orð skuldu enda á Graceland fløguni. Og tað eru nøkur heilt ótrúlig úttalilsi á fløguni. Nærum allar grundgevingar koma frá kristnum fundamenti, og hetta er nakað sum ikki hóvar garpunum í 200. Sjálvandi hava teir nýtt tey brotini, har ið politikararnir vassa djúpast, men hetta er eitt stuttligt og viðkomandi innslag á eini samfelags revsandi rokkfløgu.
 
...Tað hevur eisini eina avleiðing, ikki at gera tað sum Guðs orð sigur. Og eg nevndi eisini í áðni eitt dømi um Sodoma og Gomorra. Tað vita nokk tey flestu, hvat ið hendi við teimum bygdunum. Og tað hendi millum annað av tí, at homoseksualitetur var so útbreiddur sum hann var... Sagt á Løgtingi  er at hoyra í lagnum Homofobia.
 
Á fløguni eru nógv løg, sum óivað fara at skapa øsing ymsa staðni. Eitt nú snýr lagið Smuglarin seg um eitt viðkvæmt evnið. Lagið snýr seg um tað, sum teir í 200 rópa fyri trúar-imperialismu. Teir syngja um fólk, ið smugla bíbliur inn í Kina, og harvið kroysta kristindómin inn yvir hesar neyðars kinverjar. 
Reint
Tú kanst halda hvat tú vilt um 200 og teirra tónleik. Men eitt skulu teir eiga: teir eru 100% stílreinir. Teir vita hvat teir vilja, og tónleikurin og konseptið er púra gjøgnumført. Hetta er sera gleðiligt fyri eina útgávu, at hon hevur ein reyðan trá, tí at tín uppliving sum áhoyrari verður nógv meiri innilig.  
Hóast teir tríggir í 200 kunnu tykjast sum nakrir ónøgdir unglingar, so haldi eg at ein alla tíð hoyrir at hetta er mótmælistónleikur, við einum glimti í eygunum. Eg taki teir ikki so forbiðið seriøst, men eg haldi at tann mátin teir skriva sínar tekstir uppá, krevur at tú sum lurtari tekur eina støðu. Tað er ikki nóg mikið bara at rista við heysinum. Tú mást hava eina meining um tey ymisku viðurskiftini sum Niels syngur um, tí at teir seta alt so einsíðugt og hvast upp, soleiðis at tú mást hava eina meining um tað.   
Og júst hetta, at hava eina meining, tykist at vera gjøgnumgangandi hjá 200. Lagið Exodus (2015) snýr seg júst um, at teir eru troyttur av líkasælu.
Graceland verður heilt vist ein sannur gloypibiti hjá tónleikafjepparum her heima. Men kanska er tað bara ein spurningur um tíð, áðrenn okkara yndispunkarar verða viðurkendir víða um. Teirra framførsla á Roskilde Festivalinum fyrr í ár, hevur óivað vakt ans nógva staðni, og Graceland er eitt fínt amboð til at byggja víðari uppá hesa succes.
200 hava tann fyrimun, at teir eru ein heilstoypt vøra. Teir hava nakað heilt egið, og er hetta absolutta styrkin hjá bólkinum. Graceland er ein feit fløga, og við løgum sum Talibann, Homofobia og Mogghøvd, fer bólkurin óivað at vinna sær enn meiri frama.