Grabbin settur í til hornaskýli við Djúpumýru

- Loyvi at brúka Djúpumýru til altjóða dystir er eisini treytað av, at verkætlanin við hornaskýlinum verður framd.

Seinnapartin í dag varð grabbin settur í arbeiðið at víðka stadionøkið við Djúpumýru.

 

- Arbeiðið, sum nú fer í gongd, fevnir eitt nú um at útbyggja sitiplássini við 180 plássum aftrat og fleiri wc'um, umframt at goymslurúm eisini fáast í niðaru hæddini.

 

Tað siga tey í Klaksvíkar kommunu í dag.

 

Lagt verður aftrat, at loyvi at brúka Djúpumýru til altjóða dystir er nevniliga eisini treytað av, at verkætlanin við hornaskýlinum verður framd.

 

- Arbeiðið merkir, at ferðslan eftir J. Waagsteinsgøtu til Svimjihøllina verður tarnað nakað. Heitt verður á bilførarar og fólk til gongu at vísa varsemi.

 

Tað er eisini júst í dag, at Klaksvíkar Ítróttarfelag hevur 119 ára stovningardag, og í kvøld hevur KÍ ein týðandi dyst ímóti FC Sherrif úr Moldova.