Eitt lágtrýst liggur komandi dagarnar eystan fyri Føroyar og køld luft við ælaveðri streymar komandi dagarnar inn yvir landið av útnyrðingi og norðri.
Í dag, ólavsøkudag, verður gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi og norðri, 5 til 10 m/s. Fyri tað mesta skýggjað og í løtum regn ella ælaveður. Hitin millum 8 og 13 stig.
Leygardagin verður gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi og norðri, 5 til 10 m/s og út á náttina upp í strúkur í vindi í støðum, 13 m/s. Fyri tað mesta skýggjað og í bilum regn ella ælaveður. Hitin millum 8 og 13 stig.
Sunnudagin verður gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi og norðri, 5 til 10 m/s, í støðum upp í strúkur í vindi, 13 m/s. Sólglottar, men okkurt æl. Hitin millum 8 og 13 stig.
Mánadagin verður andøvsgul upp í ein strúk av útnyrðingi, 8 til 13 m/s, eitt skifti upp í hvassan vind, 15 m/s. Sólglottar, men okkurt æl. Hitin millum 8 og 13 stig.
Týsdagin verður gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi og norðri, 5 til 10 m/s. Sum frá líður makar hann niður í lot til andøvsgul, 3 til 8 m/s. Sólglottar og okkurt æl. Hitin um 10 stig.
Myndirnar eru frá setanini í gjár.