Klaksvík: Klaksvíkar kommuna æltar at lata goymsluøkið á Grótrætt til vinnulívið at byggja hallir á.
Hetta økið, sum liggur stutt norðan fyri Klaksvík, hevur verið brúkt sum goymsluøkið hjá sjóvinnuni, men nú er økið vorðið óskipað og óruddiligt.
Tí kemur Klaksvíkar kommunua við hugskotinum um at skipað økið betur, og tað verður lagt upp til, at vinnan sjálv tekur sær av at byggja og reka tvær goymsluhallir har.
? Vit vilja skapa vinnuni so góð kor sum gjørligt, og tí taka vit nú stig til hetta. Tað er javnan at vit frætta um, at fyritøkur og virki mangla goymslupláss. Nú bjóða vit teimum at taka seg saman og byggja tvær goymsuhallir á hesum øki. Kommunan vil hjálpa til og stuðla ætlanini, sigur Torleif Sigurðsson, sum er formaður í havnanevndini hjá Klaksvíkar kommunu.
Privatir byggja
Klaksvíkar kommuna hevur kannað økið, og teir siga, at pláss er fyri tveimum hallum á umleið 660 fermetrar. Ætlanin er, at hesar allir skulu býtast upp, so tey ymsu virkini, skipini ella fyritøkurnar fáa sítt egna pláss at ráða yvir.
? Vit mæla til, at vinnan tekur seg saman, ger ein nevnd, sum skal finna út av fígging, bygging og skipanin við hallunum. Á hendan hátt fær vinnan júst tað, sum hon ynskir sær, sigur Torleif Sigurðsson.
Hugskotið er, at eitt partafelag skal byggja hallirnar, og síðani skulu tær leigast út í pørtum til tey, sum hava áhugað í teimum.
? Vit eru púra ósamd við teimum, sum halda, at Klaksvíkar havn fer ongan týdning at hava, tá vit hava fingið undirsjóvartunnil. Vit skulu hinvegin byggja út og skipað havnalagið enn betri, so vit hava ein góða havn, eisini eftir at undirsjóvartunnilin kemur, sigur Torleif Sigurðsson.
Klaksvíkar kommuna ynskir nú at frætta frá teimum, sum hava áhuga í at verða við í byggingini.