Grótið á Sundi: Tey standa við sítt

Meirilutin í Tórshavnar Býráði letur ongan iva vera um, at ídnaðarøkið á Sundi verður gjørt sum ætlað

 

Hildið verður fram við ætlanini at koyra grót úr Eysturoyartunlinum inn á Sund, har eitt 50.000 fermetra stórt ídnaðarøki skal gerast.

 

Tað er greitt eftir býráðsfundin í Havn í kvøld.

 

Minnilutin í býráðnum, Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin, vildu hava býráðið at bíða við ætlanini at fylla út á Sundi til ein heildarloysn var funnin.

 

Men tey í meirilutanum lótu ongan iva vera um, at tey ætla at standa við ætlanina um at gera ídnaðarøkið á Sundi.

 

Og tað broytti ikki støðuna, at eini 30 kaldbaksfólk vóru møtt upp í býráðnum at mótmæla, og at leggja trýst á meirilutan.

 

Eftir orðaskiftið í næstan hálvan annan tíma, endaði orðaskiftið. Men uppskotið frá minnilutanum kom ongantíð til atkvøðugreiðslu, tí ístaðin skeyt Annika Olsen, borgarstjóri upp, at orðaskiftið um hetta málið skuldi enda, og tað samtykti meirilutin

 

Minnilutin mótmælti, at tey ikki fingu atkvøðugreiðslu um málið og tað vildu tey hava ført í gerðabókina hjá býráðnum.

 

Vit hava meiri um málið í morgin árini.

 

Niðanfyri eru fleiri myndir frá fundinum í kvøld, har eini 30 kaldbaksfólk vóru komin at mótmæla.