Grótið rullaði við hálvari fer

Tað, sum lættiliga kundi verið ein spennandi og forkunnug konsert, gjørdist heldur til eitt fáfongt kvøld, har tónleikurin stundum var góður, men stemningurin rakti ongantíð røttu hæddirnar

 

Gamla Meiaríið er eitt hugnaligt stað. Soleiðis var eisini leygarkvøldið, tá Tónleikasamtakið Grót skipaði fyri konsert. Undan hesari konsertini hoyrdist, at klaksvíkingar í hópatal ætlaðu sær á líknandi konsert. Tískil vóru vónirnar eisini rættiliga góðar undan hesari konsertini, men tað skuldi vísa seg, at júst hetta tiltakið ikki hevði so storan áhuga millum íbúgvarnar í høvuðsstaðnum.

Tað kundi valla havt verið meira enn kanska tjúgu gjaldandi fólk til konsertina leygarkvøldið. Heldur vánaliga uppmøtingin gjørdi eisini, at startskotið varð eitt sindur seinkað.

À skránni vóru tveir bólkar; Flux og Diatribes.

Diatribes var fyrst á skránni. Diatribes er ein av teimum bólkunum, sum hevur liva undir hungursmarkinum orsaka av heldur soltnu úrtøkuni á Prix Føroyum seinast. Bólkurin hevur so at siga sama skap, sum tá bólkurin luttók í Prix Føroyum.

Stílurin er ein harður rokkstílur, sum óivað kann sporast aftur í eyst og vest. Àhoyrarnir fingu eisini eina rættiliga harða framførslu hetta kvøldið. Fyriskipararnir høvdu eisini valt at selja oyraproppar, men hetta var tó ikki neyðugt at ogna sær til hesa fyrstu framførsluna.

Tankin aftanfyri eina sovorðna konsert er eisini at geva áhoyrarunum møguleikin at hoyra uppruna føroyskan tónleik, og samstundis eisini geva bólkunum møguleikan at spæla sínar egnu sangir.

Í so máta fingu bæði áhoyrarar og bólkar bæði í posa og sekk leygarkvøldið. Framførslan hjá Diatribes var tó fyri tað nógva merkt av, at rættilia lítið av fólki var møtt upp, og tað tóktist sum um, at bólkurin var heldur ?líkaglaður? enn nakað annað. Áhoyrarnir fingu møguleikan at vera ?interaktivir?, og tað virkaði til tíðir sum um hetta var ein víðkaður venjingartími. Diatribes er tó væl fyri tónlistarliga, og tónleikurin hetta leygarkvøldið var eisini ein blandingur av teirra egnu løgum og løg hjá øðrum. Serliga okkurt av teirra egnu løgum var frálíka gott.

Flux stóð klárur sum bólkur nummar tvey hetta kvøldið. Eisini Flux hevur fingið eina broytta útsjónd fyri kortum; ein nýggjur gittarspælari var við hesuferð.

Tað, sum merkti hina fyrru framførsluna, merkti eisini hesa seinnu; lítið skarin ávirkaði. Tó var tað sum um, at kvøldið so at siga útviklaði seg sjálvt. Flux spæla rættiliga væl fyri tíðina, og tað skilst, at ikki lítið av venjing liggur aftanfyri hjá bólkinum. Bólkurin ljóðaði væl. Tað tykist sum um, at teir eru vorðnir eitt sindur umskipaðir í teirra tónleikastíli. Sigast skal, at teir spældi sera væl, og tað er bert at vóna, at hetta verður teirra ?stílur? víðari.

Skarin, sum lýddi á, fekk aftur hesaferð høvi at luttaka, og tað vóru eisini fyri tað nógva vinir og kenningar, sum sótu í hugnaliga umhvørvinum á Meiarínum. Tað, sum skuldi vera intimt við eitt nú einans at nýta stearinljós, gjørdist eitt sindur for nógv av tí góða til tíðir, men bólkarnir skulu ikki lastast av hesum orsøk, tí teir vóru uttan iva eisini skuffaðir av heldur fámentu fjøldini hetta kvøldið.

Tað er bara at ynskja, at tað gongur betri næstu ferð, tí tørvurin á tílíkum tiltøkum er so avgjørt til staðar.