Grótbrot verður til konserthøll

Tórshavnar Kommuna hevur stórar ætlanir við økinum á Boðanesi.

Úti við Boðanes er eitt grótbrot, sum sambært borgarstjóranum stendur sum eitt sár í landslagnum.

- Nakað av peningi er settur av til at fríðka og møguliga skapa okkurt í økinum. Her eru ótrúligir møguleikar í hesum náttúruvakra øki til at skapa nakað, sum er púra øðrvísi, sum kann vekja altjóða ans, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.

Sum myndin vísir, er ein møguleiki at gera eina konserthøll, eina Concerto Grotto Hall við plexiglashválvi.

- Hetta er eitt spennandi uppskot, har fólk við hepnari hond hava megnað at skapa nakað burturúr, uttan at gera stór inntriv í náttúruna, men heldur at brúka náttúruna sum part av arkitektonisku heildini, sigur Heðin Mortensen og leggur afturat:

- Slíkar visjónir eiga at elva til kjak. Okkum tørvar opið kjak um viðuskifti sum hesi. Tí tað eru málini, vit seta okkum - visjónirnar, ið skapa framtíðina, sigur Heðin Mortensen.

Visjón um umhvørvið í Tórshavnar Kommunu hevur leingi verið, at umhvørvið skal vera reint, og at orkunýtslan, ið hongur neyvt saman við umhvørvisverndini, skal vera so avmarkað, sum til ber.

Málið er, at allar áir, vágir, strendur og fjøra skulu gerast reinar, og yvirskipað skal alt vatn vera reint, tá tað rennur á sjógv. Ikki fyrr enn hetta er rokkið, er umhvørvisstøðan hesum viðvíkjandi nøktandi.

Arbeiðið at løggilda kloakkirnar hevur hildið fram. Í ár verður kloakk liðugtgjørd út á sjógv á Argjum og sum partur av at reinsa Hoydalsá verður nýggj kloakk gjørd frá Óluvugøtu oman til Svartafoss.

Tá kloakkin frá Óluvugøtu oman í Svartafoss er liðug, rennir onki skitið vatn í Hoydalsá, sum rennir út niðri við Boðanes. Tá nøkur onnur smáarbeiði eru liðug nú í 2012 ber til at siga, at alt, sum rennir úr Havnini, er reint.

Grøn øki, har fólk trívast, verða framhaldandi ment við gøtum og planting í størri mát, og arbeitt verður við at gera náttúru- og frítíðartilhaldsstøð nærhendis íbúðarøkjum.

Arbeitt verður eisini við ætlanum at gera gøtur framvið sjóvarmálanum Yviri við Strond, og harvið at knýta eitt enn størri øki upp í stóra og vælumtókta, samanhangandi náttúruøkið framvið Hoydalsá, líka frá Boðanesi niðan gjøgnum Villingardal.