Græt tá hann sá Føroyar aftur

Ove Eeg úr Keypmannahavn arbeiddi í eitt ár sum prentari í Bókhandlinum í Havn, beint eftir kríggið. Síðani fór hann til Amerika, og har býr hann framvegis, 81 ára gamal. Hann hevur altíð havt eitt brennandi ynski um at vitja aftur í Føroyum. Heili 60 ár seinni gekk leiðin við Norrønu til Havnar, og tað var við tárum í eygunum, at Ove kom á Havnina mánamorgunin. Hann kendi tað sum hann var komin heim aftur.

Hetta er tíðin, tá summargestirnir koma til landið, serstakliga úr næstu grannalondum okkara men eisini úr meira fjarskotnum londum, sum eitt nú USA. Tað hoyrir tó helst til eindømini, at fólk, sum hava búð og arbeitt í Føroyum sum ung, fyrstu ferð vitja aftur á klettarnar 60 ár seinni. Tað hendi í vikuni, tá ið 81 ára gamli danskamerikanarin Ove Eeg kom við Norrønu saman við konu síni Mabelle úr Uruguay.

Ove hevur seinastu 50-60 árini búð í California, har hann hevur havt fyrifallandi arbeiði men serliga arbeitt sum prentari og seinastu mongu árini sum húsaútleigari.

Hvat er tá so føroyskt við hesum fyrikomandi og fryntliga manni, sum aftaná so mong ár vildi sleppa aftur til Føroya!

Vit skulu skrúva tíðina aftur til beint eftir krígslok fyri at finna orsøkina til, at Ove Eeg kom til Føroya at arbeiða. arbeiddi tá sum prentari í Kjøpinhavn.

-Kríggið var jústi liðugt, og eg var troyttur av Danmark. Eg vildi sleppa burtur. Hugurin leitaði fyrst norður eftir til Føroyar og Ísland. Og eg var so heppin at fáa tjans við einum føroyskum fiskibáti, ið skuldi til Føroya.

Ove var kokkur á tí 6 daga drúgva túrinum. Hann var fyrst í trúgunum og helt seg strakt til at royna sjólívið. Men tað var ikki bara sum at siga tað. Hann minnist væl, hvussu sjósjúkur hann var á túrinum, og tí bleiv tað so sum so við matgerðini. Men komin til Havnar fór hann alt fyri eitt at hyggja sær eftir einum arbeiði. Sjálvur varð hann útlærdur prentari, og tað vildi so væl til, at teir manglaðu ein prentara á prentaríinum í Gamla Bókhandli. Har var hann í eitt ár.

Nú hann er komin aftur til Føroya at fáa lív í aftur gomlu minni, so er Ove rættiliga bilsin av, at so nógv er við tað gamla. ?Tit hava fingið eitt nútímans vælferðarsamfelag, men tit hava dugað at varðveitt tað gamla, og tað eri eg fegin um.

Mong minni
Minnini eru mong. Tað var ikki tað sama at fara umborð á prýðiligu Norrønu og sigla til Føroya eins og at fara við fiskibáti fyri 60 árum síðani. Hann heldur Norrønu verða eitt sera gott ferðamannaskip.

Ove minnist eisini aftur á tíðina, tá hann hevði pylsuvogn í Havn. ?Eg seldi Holberg Pølser, og tað var eisini matur. Annars gjørdi Ove lítið um seg. ?Eg var ein friðaligur maður og var nógv fyri meg sjálvan, so tað er avmarkað, hvussu nógv fólk kenna meg aftur nú 60 ár seinni. Men sjálvandi minnist Ove aftur nøkur av fólkunum hann arbeiddi saman við, eitt nú Martin, sum kom á prentsmiðjuna tvey ár frammanundan, í 44.

Komin til Havnar við Norrønu vitjaðu Ove og konan í Miðlahúsinum, har tey bóðu um at fáa eina hjálpandi hond. Og tað fekk hann. Tað gekk ikki long tíð til vit høvdu fyrireikað tað so, at Martin og Ove skuldu hittast aftur fyrstu ferð eftir 60 ár.

Og tað var ein stór løta fyri Ova, tá hann eftir hesa longu tíð aftur kundi standa inni á prentaríinum saman við Martin. ?Hvar er tann gamli "Frankfurtarin" spurdi Ove gamla starvsfelaga sín. ?Hann fór fyri langari tíð síni svaraði Martin. Hetta var tann maskinan, sum helt lívið í teimum og øðrum eftir kríggið. Síðani komu nýggjari maskinur, men í dag eru teir allar farnar í ymsar ættir. Tí nú verða hølini, har prentsmiðjan varð, gjørd um til bókhandil. So tað var í tøkum tíma, at Ove slapp at síggja sítt gamla arbeiðspláss, áðrenn tað bleiv til bókhandil.

Til Íslands og USA
Hvussu gekst so Ova Eeg, tá hann fór úr aftur Føroyum í 47! Eftir eitt ár í Føroyum gekk leiðin til Íslands, har hann eisini arbeiddi sum prentari Men Ove vildi koma víðari út í stóru verð og fór hann tí aftur til Danmarkar fyri at søkja um visa at flyta til Amerika. Tað tók sína tíð og fekk hann visa í 1950. Fór síðani við skipi til New York, og haðani gekk leiðin víðari til Los Angeles, har farbróðurin búði.

Har hevði hann fyrifallandi arbeiði í fleiri statum men fekk fast undir fótum frá 53 til 95 í Los Angeles, har hann arbeiddi sum prentari. Síðani 95 hevur hann búð í Vista, sum liggur nakað uttan fyri stórbýin. Seinnu árini fór hann undir at keypa upp ognir og hevur til í dag liva av at leiga tær út.

Ove varð giftur við eini amerikanskari kvinnu, sum doyði í 2000. Stutt eftir møtti hann núverandi vøkru konu síni úr Uruguay, Mabelle Daugherty.

Ove vitjar í Danmark á hvørjum ári men hevur oftani ætlað sær aftur til Føroya og Íslands at síggja plássini har hann arbeiddi eftir kríggið og hitta fólkini hann arbeiddi saman við. Og nú skuldi tað so vera. Hann tók flogfarið úr San Fransisco til Reykjavík. Eftir steðg har í nakrar dagar fór hann til Danmarkar og síðani gekk leiðin til Føroya við Norrønu.

Græt tá hann sá Føroyar aftur
Nú hann situr væl í Miðlahúsinum í Vágsbotni og greiðir frá lívssøgu síni gerst hann sera kensluborin. ?Eg græt, tá eg sá Føroyar aftur. Her hevur altíð ligið ein partur av mínum hjartað. Tað kendist sum at koma heim aftur.

Og tað sum hann bleiv so fegin um var, at alt varð ikki broytt. -Hóast alt er meira nútímans, so hava tit megnað at varðveita nógv av tí gamla. Her er meira mentan og nærleiki at uppliva enn at koma aftur til Íslands. Ove viðgongur, at hann varð ikki eins fegin at síggja Ísland aftur. ?Eg haldi har er so nógv broytt. Tað er líkasum, at tað er ov nógv eitt plastikkland. Har sær tú bara stórar bygningar, og tað eri ikki eg. Mær dámar tí betur at koma aftur til Føroya og síggja, at hóast tit hava tað gott so hava tit ikki forkomið alt tað gamla.

Ove vil fegin koma aftur til Føroya. Og hann heldur eisini, at Føroyar kunnu vera eitt gott land fyri eitt nú amerikanskar turistar. Men for Guds skyld, byggið ikki stórar og keðiligar bygningar. Tá tit byggja nýtt varðveitið so tann gamla stílin sigur hesin lítillætni men av árunum spelkni danin, sum gjørdist amerikanari men sum framvegis kennir seg heima í Føroyum.

Ove og Mabella fara av aftur landinum fríggjadagin við Norrønu. Hann sigur at enda, at er onkur, sum vil treffa seg, so býr hann á Skansanum til Norrøna fer avstað.