Grót rapaði undan loftinum í Hovstunlinum

Slíkt er ikki nakað, vit rættiliga fáa vart okkum fyri, sigur Landsverk

Í morgun fekk Landsverk boð um, at grót var rapað undan loftinum í Hovstunlinum.

 

Asbjørn Mortensen, økisleiðari hjá Landsverki í Suðuroy, sigur, at ein bilur, sum kom ígjøgnum tunnilin, boðaði frá og stillaði seg fyri at steðga ferðsluni, so at aðrir bilar ikki komu í óføri.

 

Hann sigur, at talan var um eini 100 kilo av gróti sum rapaði undan loftinum, men tívegur var ongin fyri, og tað var skjótt ruddað av vegnum aftur.

 

Onkrir bilar, sum skuldu ígjøgnum tunnilin, fóru bara eftir gamla vegnum, um Hovsegg ístaðin.

 

Asbjørn Mortensen sigur, at óhapp sum hetta, ber ikki til at verja seg fyr, tí tað kann altíð henda.