Grót konsert í Losjuni í Gøtu

Eftir at hava ligði í dvala eitt tíðarskeið vegna Løgtingsval, fer Grót nú aftur undir sítt regluliga virksemi

Grót konsert í Gøtu
Andreas Dalsgaard
andreasbacon@hotmail.com

Lagt verður út við at hava eina konsert nú komandi leygardag 14. februar.
Konsertin verður í Losjuni í Gøtu og bólkarnir sum fara at spæla eru:
Frostbit, Speaker og 48 Pages.
Frostbit er mannað av: Eirik Mikkelsen guitar, Martin í Grund guitar, Johannes Tausen trummur, og Tommy Hansen bass, og hava teir verið róptir at spæla "Fushion rock" ella "Experimental rock"
Speaker eru fýra mans í tali og eita teir: Bogi Berg guitar, Sigurd Justinussen trummur, Jan Jensen bass, og Janus Rasmussen á sang og guitar. Og teir spæla "Sveimandi alternativan rock"
48 Pages er manning úr bólkinum Monkey Mongulia, sum nú koyrir undir nýggjum navni. Teir ið manna hendan bólk er: Eyðun Müller Thomsen trummur, Bartal Læarsson bass, Frans Jónas Arge Galán guitar og sang og Bjartur Dal Christiansen guitar. Og teir siga seg spæla "Friðarligan-Harðan-Sírutan-Rock"
Byrjað verður kl. 21:00 og kostnaður er 60,- fyri limir, og 80,- fyri tey sum ikki eru limir.



Myndatxt:
48 Pages áðrenn teir fingu nýggjan ham.