Grót frá Eysturoyartunlinum fyllast upp í Sandagerði

“Økið er longu oyðilagt av Landssjúkrahúsinum, og tí hava vit valt at fylla Sandagerð upp við øllum grótinum frá Eysturoyartunlinum. So finna vit í framtíðini útav, hvat grótið skal brúkast til.”

 

Nakað soleiðis ljóðar marghátligi tunlagrótpolitikkurin hjá Tórshavnar Býráði í oyrunum hjá okkum Kaldsbaksfólki. Av tí at ein bryggja er á Sundi, so skal eitt náttúruøki, sum svarar til 100 fótbóltsvallir, oyðileggjast við gróti. Tað ringasta av øllum er, at henda ætlan hevur onki ítøkiligt endamál – uttan at kanska at forða runavíkingum at útbyggja sína havn.

 

Í hvussu so er fimm góðar grundgevingar eru, hví Tórshavnar Býráð skal lata náttúruøkið á Sundi fáa frið:

 

1. Útfylta økið hevur onki ítøkiligt endamál. NCC ætlaði av fyrstan tíð at sigla grótið úr Eysturoyartunlinum til Runavíkar, men henda ætlan bleiv av onkrum orsøkum slept. Tórshavnar Býráð vil lempa grótið á Sundi, har tað møguliga – og tað var møguliga - skal brúkast til okkurt í framtíðini. At brúka so nógva orku og so nógvar pengar til eina útfylling uttan ítøkiligt endamál tykist ikki bara púra høpisleyst, men eisini fulkomiliga ábyrgdarleyst. Rokningin verður send til skattaborgaran í Havn.

 

2. Økið sunnan fyri Sundá er órørt og nátturuvakurt. Ætlanin hjá Tórshavnar Býráð fer at oyðileggja á leið tveir kilometrar og tríggjar áir av óspiltari náttúru. Hetta fer at skemma náttúruna – ikki bara fyri kaldbaksfólk – men fyri øll, sum koyra norður og suður eftir Kaldbaksvegnum. Í staðin fyri haga, gil og áir fer hvør einasti bilførari at síggja sprongt lendi og ljótt lempað grót. Harafturat er ein ørgrynna av djóra- og plantulívi kring hetta økið, sum alt fer at merkja sviðan. Millum annað er Sundsá ein gýtingará, har fleiri 100 síl og laksir gýta á hvørjum ári.

 

3. Fleiri onnur boð eru, hvat grótið kann brúkast til - um Tórshavnar Býráð endiliga ikki vil hava runavíkingar at enda við tí. Eitt nú kunnu mongu grótbrótini kring landið fyllast út. Ella at partur av grótinum verður brúktur til at breiðka Kaldbaksvegin við. Eitt heilt annað boð er at endurskapa sandin í Kaldbaksbotni. Í 1950unum – áðrenn Kaldbaksvegin – var Kaldbaksbotnur ein stórur sandur á stødd við Leynasand. Av tí av ongin vegur var til Kaldbaksbotn, var tað ongin, sum fekk ilt av, at sandurin bleiv gravaður burtur til útbygging av høvuðsstaðnum miðskeiðis í 20. øld. Ímynda tær um man fylti grót út í Kaldbaksbotn, og man síðani legði sand út yvir aftur, hvussu vakurt tað hevði verið at havt eina av Føroya størstu strendum í Kaldbaksbotni. Óansæð hvat so er ið hvussu so er vist, at grótið hevur nógvar møguleikar at gera nyttu.

 

4. 60.000 lastir av gróti skulu koyrast eftir ferðslutyngsta strekkinum í Føroyum – báðar vegir væl at merkja, tí tómu lastirnar skulu suður aftur. Hetta í sær sjálvum fer at skapa ein øgiligan ferðsluruðuleika, tí stóru lastbilarnir fara at seinka allari ferðslu hvønn tíma í hvøjrum degi í langa, langa tíð.

 

5. Tórshavnar Býráð hevur nýliga samtykt at fremja Føroya størstu havnaútbygging, og tí er ómetaliga illa avstað farið, um kommuni enn vantar bryggjupláss.

 

Góða Tórshavnar Býráð, góða Vinnunevnd og góðu Annika, Gunnvør, Marin Katrina, Bergunn, Bogi, Turið, Jákup, Bjørghild, Annfinn, Helena, Heðin, Tróndur og Halla. Vísið nú skil og hegni og latið økið sunnan fyri Sundá fáa frið, meðan enn tíð er. Latum okkum saman verja okkara dýrabaru náttúru – bæði í Sandagerði og á Sundi.

 

Kaldbak 24.05.

Jann Johannesen