Hans Pauli Strøm
-----------------
Í hesum døgum framføra tey heimsleiklist á Tjóðpallinum. Tað er “Reinsan” eftir Sofi Oksanen. Hetta hendir um somu tíð, sum leikurin verður sýndur í tjóðleikhúsunum í Oslo, Stockholm og Reykjavík, eins og hann er sýndur í New York fyrr í ár.
Eg skrivi ikki hesar reglur, tí eg havi nakað serligt skil fyri sjónleiki, men í takksemi fyri eitt bergtikandi upplivilsi, sum eg vóni, at so nógv, sum rúmast í hesum eyðmjúku hølum á gamla meiarínum hesar dagarnar í november, kunnu fáa lut í.
“Reinsan” varð fyrst skrivað sum leikur og síðani sum skaldsøga, ið Sofi Oksanen vann Norðurlendska Bókmentaprísin fyri í 2010. Søgan er stutt lýst á heimasíðuni www.tjodpallur.fo og gongur fyri seg í tveimum tíðarskeiðum: í Estlandi um 1950, tá Estland var hersett av Sovjet og estar í túsundavís vórðu tvangsfluttir til Sibiria, og so í 1992, eitt ár eftir at Estland varð sjálvstøðugt: “Ein summarmorgun í 1992 finnur tann gamla estiska konan Aliide Tru eina unga og útlúgvaða kvinnu uttanfyri húsini hjá sær úti á bygd í Estlandi. Unga kvinnan Zara er blivin lumpað frá sínum heimi í Vladivostok til skøkjulevnað í Europa. Hon er endað í Tallinn saman við sínum alfonsi og er rýmd higani. Báðar kvinnur bera ræðuligar loynidómar, og sum leikur fer, avdúkast hesi loyndarmál og samband kvinnurnar ímillum”.
Leikstjórin Kim Dambæk lýsir leikin sum ein ”psykothrillari”. Tað er eitt vælvalt orð. Leikurin verður framførdur bæði á ein hjartagrípandi og nøtrandi hátt. Sjálvdan havi eg verið so hugtikin sum hesaferð, ikki bara av søguni men eisini av tí framúrskarandi leiklistaliga avrikinum hjá teimum seks sjónleikarunum, Biritu, Hans, Gunnvá, Bárði, Hjálmari og Barbaru. Pallurin var so nakin, sum hugsast kann, men leikararnir traðkaðu so smidliga inn og út í hendingarnar og sínar leiklutir á ein so sannførandi og rúnarbindandi hátt, so tú upplivdi søguna um kærleika, svik og makt uppá ein nærverandi og viðkomandi hátt. Í mun til tað, sum man hevur hoyrt aðrastaðni frá, so var henda pallsetingin og leikstjórnin serstøk og kravdi, at leikararnir vóru á alla somlu tíðina. Tað er jú øgiliga krevjandi, men er so samstundis við til at styrkja intensitetin. Tað megnaðu tey til fulnar.
Tillukku og takk fyri, Jenny & alt kompaníið á Tjóðpallinum !










