Pallborðsfundur og grønur gongutúrur verður á skránni Í samband við lívfrøðisliga margfeldisárið í ár, verða tvey tiltøk í Klaksvík komandi leygardag.
Pallborðsfundur verður hildin í Ósáskúlanum við yvirskriftini ?Miðbýur og margfeldi?. Aftaná pallborðsfundin verður gingið grønan gongutúr út í Grøv, har árligi fólkafundurin ?Náttúra og menniskja? verður hildin.
Á pallborðsfundinum í Ósáskúlanum, verða tað býráðspolitikkarar og fólk við serkunnleika innan økið, ið koma at mynda pallborðið. Teir, ið koma at manna pallborðið verða Auðunn Konráðsson, Formaður í Heilsu- og Umhvørvisnevndini,
Jákup Mikkelsen, limur í Heilsu- og Umhvørvisnevndini, Silas Olofson, næstformaður í Føroya fuglafrøðifelag og
Finnbogi Joensen, Lokal agenda 21 í Vestmanna
Ætlanin við pallborðsfundinum er at varpa ljós á og lýsa margfeldisárið, sum part av miðbýnum, har herðsla verður løgd á at reinsa Ósánna og skipa grøna miðbýarøkið - millum Ósánna og Gamla Kirkjugarð - sum eina viðalund við tjørn og bonkum.
Á pallborðsfundinum verða fleiri spurningar umrøddir, eitt nú hvussu økið kann skipast, hvat skal gerast, hvør er tíðarætlanin, hvør er politiski viljin, og hvønn týdning hevur hetta fyri trivnaðin?.










