Næstan 300 fólk eru deyð á Mount Everest, síðan fyrstu royndina at koma niðan á heimsins hægsta fjall, og mett verður, at umleið 200 av hesum deyðu framvegis liggja á Mount Everest, jarðaði í kava og ísi.
Men, nú veðurlagið er vorðið heitari, førir hetta við sær, at fleiri av líkunum byrja at koma undan aftur, og hetta kann gera mong, sum royna at koma sær niðan á Mount Everest, ovfarin á ein óunniligan hátt.
- Orsakað av veðurlagsbroytingum smelta kavi og ísbrýr skjótari og tey deyðu, sum hava ligið jarðað øll hesi ár, byrja nú at koma undan kavi aftur, sigur Ang Tshering Sherpa sambært BBC.
Ang Tshering Sherpa hevur áður verið leiðari fyri NMA í Nepal, sum er ein felagsskapur fyri fjallaklintrarar, og hann sigur, at nøkur av líkunum, sum eru fingin oman aftur, stavaðu frá einari bretskari rannsóknarferð í 1970-unum.
- Vit hava roynt at fingið lík av fjallaklintrarum, sum nýliga eru deyðir, oman aftur, men nú byrja eisini gomul lík at koma undan kavi, og tað er meira óbehagiligt, sigur hann.
Felagsskapurin Expedition Operators Association of Nepal (EOAN) váttar, at líkini á Mount Everest byrja at gerast ein trupulleiki, og tískil hevur felagsskapurin biðið myndugleikarnar um hjálp.
Tað er nevniliga soleiðis, at lógirnar í Nepal krevja, at myndugleikarnir skulu vera partur í øllum, sum hevur við deyð fólk at gera. Sambært BBC síggjast flestu líkini á Khumbu-ísbrúnni, og hetta er líka sum seinasta legan áðrenn toppin á Mount Everest á Nepal-síðuni.
Sagt verður, at nøkur av líkunum gjøgnum fleiri ár hava verið brúkt sum ”kennimerki” fyri klintrararnar, og eitt av best kendu merkjunum er ”teir grønu stivlarnir” – beint, áðrenn tú kemur upp á toppin á Mount Everest á norðursíðuni.
Grønu stivlarnir, sum eisini síggjast á viðheftu mynd, eru her avmyndaðir í 2006. Eigarin - og soleiðis hin deyði, sum liggur her - er ikki alment eyðmerktur, men klintrarar halda, at hetta er ein indiskur klintrari, sum doyði á Mount Everest í 1996.










