Broytingarnar í útlendingalógini, ið skulu gera tað lættari at fáa útlendska arbeiðsmegi til Føroya, verða endaliga samtyktar í hesi vikuni. Tað er greitt, eftir at Rættarnevndin hjá løgtinginum hevur viðgjørt ríkislógartilmælið, ið Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í lógarmálum, vil hava sett í gildi fyri Føroyar.
Rættarnevndin hevur í dag havt fund við Samtak, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag, Landsfelag Handverkaranna, Føroya Handverkarafelag, Vinnuhúsið, Føroya Reiðarafelag, ÍSF, fútan og landsstýriskvinnuna í lógarmálum.
Eftir viðgerðina í dag er greitt, at samgongan heldur fast um ásetingina, ið sigur at smidligu reglurnar skulu fara úr gildi, um so er at arbeiðsloysið í Føroyum fer upp um 3,5 prosent tríggjar mánaðir á rað. Hinvegin vilja andstøðuumboðini í rættarnevndini hava prosenttalið strikað. Tí verða allarhelst tvey álit skrivað. Tað sigur Jacob Vestergaard, formaður í Rættarnevndini, við Rás2.
- Annars er rættarnevndin at kalla samd, og at kalla eingir snávingarsteinar eru eftir, áðrenn nevndin fer at skriva álit, sum verður liðugt til tingfundin hósdagin, sigur Jacob Vestergaard.
Tá løgtingið hevur samtykt ríkislógartilmælið heldur viðgerðin í fólkatinginum fram. Har verður lógarbroytingin væntandi samtykt í næstu viku, áðrenn fólkatingið fer í summarfrí. Broytingarnar í útlendingalógini koma gildi 1. juli.
Hoyr samrøðu við Jacob Vestergaard í tíðindunum á Rás2 klokkan 1830.