Grønt avgjald á bilar

Nýggj lóg er samtykt um skrásetingargjald av akførum. Lítið dálkandi bilar verða nú bíligari at keypa Ymiskt er, hvussu prísurin á ymsu bilunum verður ávirkaður, nú skrásetingargjaldið fer frá at vera virðisgrundað, alt sum tað er, til at gerast eitt samansett gjald, sum partvíst er grundað á virðið og partvíst á CO2-útlát.

Bilar við stórum útláti fáa lutfalsliga størri CO2-avgjald enn bilar við lítlum útláti, ið fáa lutfalsliga minni avgjald.

- Orsøkin til, at CO2-útlátið er valt sum grundarlag fyri umhvørvisgjaldinum, er, at altjóða samfelagið hevur sett sær sum mál at avmarka CO2-útlátið. At minka CO2, sum er eitt veðurlagsgass, er eisini samsvarandi endamálinum við ST-veðurlagssáttmálanum, sum Føroyar hava bundið seg til at fylgja, og eisini Kyoto-sáttmálanum, sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.