Grønt afturstig

Leivur Hansen

Fryktandi er fyri, at nýggju reglurnar fyri ruskmóttøku á Endurnýtsluni á Sandvíkarhjalla, sum koma í gildi 1. september, kunnu koma kommununi aftur um brekku.
Sambært reglunum, sum heilsu- og umhvørvisnevndin hjá býráðnum hevur samtykt, fer nú bert at bera til hjá privatfólki at sleppa av við rusk leygardag.
Vanligar gerandisdagar verður bert tikið ímóti vinnuligum burturkasti.
Higartil hava privatfólk sloppið av við burturkast allar dagar - hósdag enntá til kl. 20. Men nú verða borgararnir í kommununi noyddir at savna sær ruskið saman til leygardag, um teir ikki skulu gjalda fyri at sleppa av við tað.
Hugsast kann, at hetta fer at økja um bíðirøðina á Sandvíkahjalla og harvið minka um áhugan fyri hesum tilboði, soleiðis at fólk aftur fara at freistast at velja ta lættastu loysnina: at blaka ruskið frá sær bara onkunstaðni - til miklan ampa bæði fyri umhvørvi og náttúru.
Og tá er lítið vunnið!
Endamálið hjá undanfarna býráði við at taka av gjaldið fyri burturkast frá privatfólki var júst at sleppa undan hesum tá alsamt vaksandi trupulleika - og tað eydnaðist, tíbetur.
Tí haldi eg tað ikki vera serliga væl umhugsað av heilsu- og umhvørvisnevndini nú aftur at avmarka møguleikarnar hjá borgarunum at sleppa av við húsarhaldburturkast.
Somuleiðis tykir tað mær løgið, at gjald nú verður lagt á slíkt burturkast aðrar dagar enn leygardag, tá breið semja annars var í býráðnum undir viðgerðini í fjørheyst av fíggjarætlanini fyri 2004, um ikki at fylgja áheitan frá umsitingini um hetta.
Áhugavert kundi í hesum sambandi verið at fingið upplýst, hvussu hetta hongur saman.
Tíverri er ikki líkt til, at nøkur greið linja er í umhvørvispolitikkinum, sum heilsu- og umhvørvisnevndin leggur fyri dagin.
Fyrr í ár gjørdi hon eftir mín tykki eitt annað álvarsamt mistak, tá hon í sambandi við skipanina av nýggju ruskmóttøkuni á Sandvíkahjalla samtykti at taka av árligu almennu ruddingardagarnar í kommununi við teirri grundgeving, at brúk ikki longur var fyri teimum.
Hetta var stórt spell, tí hetta fyrimyndarliga tiltak var vorðin ein siðvenja, sum borgararnir av fullum huga tóku undir við - samstundis sum hetta eisini var eitt frálíkt høvi hjá bæði ungum og eldri í ymsu býlingunum at brúka ein dag í felag at hjúkla um umhvørvi og náttúru umframt at njóta eina góða løtu saman.
Skerdu møguleikarnir at sleppa av við húsarhalsburturkast og avtøkan av ruddingardøgunum eru sostatt eftir mínum tykki onki minni enn eitt stórt, grønt afturstig fyri kommununa