Grønlendskur topp-politikari lagdur undir kynsligan ágang

Ein kvinna, sum arbeiðir í umsitingini hjá grønlendska Landstinginum, hevur meldað ein týðandi politikara og ein embætismenn fyri kynsligan ágang Eingi nøvn eru komin fram í málinum, men skrivstovan hjá Landstinginum kunngjørdi í gjár eitt tíðindaskriv, har sagt varð frá, at talan er ikki um tingformannin, Jonathan Motzfeldt. Hann er hvørki meldaður ella avhoyrdur og kennir heldur einki til málið, stóð í skrivinum frá umsitingini.

Blaðið Sermitsiaq hevur tosað við kvinnuna, sum hevur meldað politikaran og ein almennan stovnsleiðara. Sambært kvinnuni grørdu teir báðir seg inn á hana, tá tey hildu fund heima hjá øðrum manninum. Sambært blaðnum hevur kvinnan verið á deildini á Ríkissjúkrahúsinum, sum tekur sær av kvinnum, ið hava verið fyri ágangi.

Sermitsiaq veit at siga, at løgreglan í Nuuk hevur lagt málið til viks við teirri grundgeving, at talan er ikki um nakað mál. Tað vil kvinnan ikki góðtaka og hevur vent sær til ríkisadvokatin, skrivar Sermitsiaq.

Fleiri grønlendskir politikarar hava sagt, at almenningurin eigur at fáa at vita, hvør tann meldaði politikarin er.