Einasti aktivi professionelli grønlendski boksarin, Frank Madsen, skal í morgin royna seg ímóti danska boksaranum, Oliver Møllenberg. Hetta er dystur um danmarksmeistaraskap í bókinum veltarvekt, sum er kropsvekt millum 63,5 og 67 kilo.
Boksidysturin verður í Gilleleje Høllini.
Sermitsiaq skrivar, at Frank Madsen gleðir seg til dystin og hevur henda boðskap til sín mótstøðumann: - Eg hopi, at tú ert klárur, tí eg eri púrasta klárur. Nú mást tú vísa, hvat tú dugir, sigur Frank Madsen m.a. við knock-out.dk
Grønlendski boksarin hevur higartil vunnið allar sínar fimm professionellu dystir, og hann er kendur fyri sína djúpu høgru, sum í fjør sló lettiska, Maksims Dembovskis, so hart í gólvið í 2. umfari, at Frank Madsen vann upp á knock-out.
- Frank Madsen er ein "fightari", og tíðin hjá honum sum kick-boksari ger, at dysturin í morgin verður serliga spennandi fyri áskoðararnar og tey, sum fara at hyggja eftir dystinum, skrivar danska Ekstra Blaðið, sum fer at senda dystin live.