Grønlendskir oljumenn

Teir fyrstu seks grønlendingarnir hava nú útvegað sær førleika til at arbeiða á oljupallum úti fyri grønlendsku vesturstrondini. Teir seks hava fingið útbúgving á Ráevnisskúlanum í Sisimiut og trygdarskeið í Aberdeen í Skotlandi. Oljufelagið Cairn Energy, sum leitar eftir olju í Grønlandi, heldur til í Aberdeen.
Teir seks eru teir fyrstu faklærdu grønlendsku oljuarbeiðsmenninir, skrivar grønlendska kringvarpið KNR.
Ta fyrstu tíðina skulu teir seks arbeiða sum tað, sum í oljuvinnuni verður rópt "roustabouts". Hetta eru fólk, ið gera ymiskt fyrifallandi arbeiði á pallinum, men sum eftir eina tíð fáa ávísar uppgávur í sambandi við sjálva boringina.