Grønlendski toskastovnurin í vøkstri

Seinastu fimm árini hevur verið staðfestur ein st.øðugur vøkstur í grønlendska toskastovninum, sum í grundinieru trðíggir ymiskir stovnar Alt meðan fiskifrøðingar gremja seg um minkandi stovnar, er støðan hin .øvugta í Grønlandi. Har hava tey seinastu fimm árini staðfest ein vøkstur í sínum stovnum.

Talan er ´æi veruleikanum um tríggjar stovnar, grønlendska bankatoskin, íslendskt gýtandi stovnin og innanskers stovnarnar, sum eru fleiri í tali. Og í øllum trimum stovnum merkist vøkstur.

Stovnarnir hava kortini verið serstakliga illa fyri, serliga síðáni 90-árini, men meðan veiðan í 2000 var undir túsund tons, var hon í 2006 komin upp á sjeytúsund fimmhundrað tons. Her er so talan um innanskers fiskiskap, men tendensurin er hin sami í hinum báðum stovnunum.

Fiskifrøðingarnir og serliga ICES mælir tó til, ikki at taka av stovninum, men heldur lata hann koma fyri seg, so gýtingarstovnurin hann fáa bestg møguligu umstøður at nørast undir. Grønlands Naturinstitut, sum eisini umfatar tað, sum svarar til okkara fiskirannsóknarstovu, gongur ikki so vítt í teirra tilomæli sum ICES, men teikr mæla tó til varsemi.

Sjálvt um stovnarnir eru í vøkstri, eru teir langt frá komnir upp á tað støði, teir vóru á undan 1967, tá toskaveiðan undir Grønlandi av álvara fór at minka.

Grønlands Naturinstitut mælir tí frá at gera týðandi íløgur í hvørki fiskifør ella fiskiframleiðslutól á landi.