Spennandi verður at vita, hvat kemur burtur úr sangskrivaraverkstaðnum hjá Brett Perkins, sum verður um vikuskiftið í Musikkskúlanum, og sum endar við eini konsert í Norðurlandahúsinum sunnukvøldið kl. 19.30. Eitt av heilt stóru nøvnunum er Angu Motzfeldt úr Grønlandi, sum í løtuni býr og arbeiðir sum tónleikari í Keypmannahavn. Hann varð í ár nomineraður sum ársins nýggja navn á Danish Music Awards – í kapping við millum onnur Anna David og Magtens Korridorer. Harafturat er hann eisini blivin spældur á MTV. Angu skrivar tekstir og syngur á enskum.