Grønlendska Landstingið viðger bankabjargingina

Í Grønlandi er Landstingið kallað saman til eykafund í dag at viðgera eitt uppskot um, at bankabjargingin hjá donsku stjórnini skal eisini umfata grønlendskar peningastovnar Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Siverth K. Heilmann, sigur við grønlendska kringvarpið, at málið hevur skund, og tí er Landstingið kallað saman at avgreiða málið.

Semjan, sum danska stjórnin og danska bankakervið gjørdu, skulu bankarnir rinda 35 mmilliardir krónur í ein grunn tey bæði næstu árini.

Samstundis tryggjar staturin allan innskotspening í peningastovnunum.

Í Føroyum hevur fíggjarmálaráðið boðað frá, at arbeitt verður við at fyrireika bankabjargingina at leggja fyri Løtingið.