Hondbóltur
Leygardagin 10. oktobur kemur grønlendska kvinnulandsliðið til Føroya og fer næstu dagarnar at leika dystir móti føroyska U19/U21 kvinnulandsliðnum.
Vitjanin hjá grønlendska kvinnulandsliðunum er liður í fyrireikingum til luttøku í kappingini Pan American Games. Á liðnum eru fleiri leikarar, sum spæla í næstbestu deild í Danmark og talan er tí uttan iva um eitt gott lið.
Grønlendska vitjanin kemur væl við hjá Hondbóltssambandinum, sum seinasta árið hevur skipað fyri landsliðsvenjingum fyri kvinnuunglingar í aldrinum 19 ár og 21 ár. Venjarin hjá kvinnuunglingunum, Claus Rasmussen roknar við, at dystirnir kunnu geva okkara leikarum nakrar royndir og eisini siga okkum eitt sindur um, hvussu okkara støðið er. Kvinnuunglingarnir hava seinastu mánaðirnir verið saman eina ferð um mánaðin til venjingar. Annars hevur føroyska kvinnulandsliðið nakrar spennandi uppgávur fyri framman. Millum annað kemur danska U18 landsliðið við Heine Eriksen sum venjara at vitja í februar, og seinni út á várið er eisini Challenge Trophy á skránni.
Fyrsti av teimum fýra landsdystunum verður í Havn sunnudagin. Mánadagin verður spælt í Klaksvík, týsdagin í Kollafirði og mikudagin verður aftur spælt í høllini á Hálsi í Havn.