Grønlendingarnir skulu avhoyrast í dag

Grønlendingarnir, sum eru varðhaldsfongslaðir í samband við deyðan hjá Birnu Brjánsdóttir, verða avhoyrdir í dag.

 

Varðhaldsfongslingin hjá teimum gongur út hósdagin og enn hevur íslendska løgreglan ikki tikið støðu til, hvørt hon skal leingjast ella ikki. 


Teir hava sitið í einarúmi hesar báðar vikurnar, men hava ikki verið avhoyrdir í nakrar dagar. Í dag skulu teir fyri fyrstu ferð avhoyrast á grønlendskum; hini avhoyrini hava verið á donskum og enskum. 

 

Grímur Grímsson, kanningarleiðari, sigur við Vísir, at løgreglan metir seg hava eina góða fatan av, hvat er farið fram hendan leygardagin. Enn vita teir ikki, hvør leiðin hjá reyða Kia Rio bilinum hevur verið leygardagin, men teir eru vísir í, at Birna Brjánsdóttir hevur verið í bilinum, tí teir hava funnið blóð hennara í bilinum.

 

Endaliga niðurstøðan av líkskoðanini er framvegis ikki liðug, men íslendska løgreglan er ivaleys í, at Birna Brjánsdóttir er dripin og Grímur Grímsson sigur, at tey hava eisini eina góða fatan av, hvussu tað er hent. Hann vil tó ikki gera fleiri viðmerkingar um tað.