Grønlendingar skylda pengar til tað almenna

Tað almenna í Grønlandi eigur meiri enn eina milliard krónur til góðar hjá fólki. Sostatt skyldar hvør einasti grønlendingur tí almenna umleið 17.500 krónur.

Men nú skal okkurt gerast við støðuna, sigur Siumut-flokkurin. Karl Lybert hjá Siumut sigur við grønlendska kringvarpið, at tað almenna eigur at lata eitt privat felag krevja pengarnar inn.

-Vit mugu viðganga, at tað almnenna maktar tað ikki, tí skuldin hjá borgarunum til tað almenna minkar ikki, sigur hann og leggur afturat, at sjálvur er hann ikki í iva um, at eitt privat felag hevði fingið pengarnar skjótari í landskassan.