Grønlendingar skulu heimaftur

Grønlendska heimastýrið vil hava grønlendingar, sum fara av landinum at útbúgva seg, at flyta heimaftur eftir lokna útbúgving Eins og Føroyar hevur Grønland tann trupulleika, at ungfólk, sum fara til Danmarkar at nema sær útbúgving, venda ikki heimaftur, tá tey eru liðug við útbúgvingina.

Framskrivingar vísa, at Grønland fær stóran tørv á arbeiðsmegi við útbúgving tey næstu árini, og tí roynir heimastýrið at fáa grønlendingar í Danmark at koma heim, tá útbúgvingin er liðug.

Í næstu viku skipar heimastýrið fyri ráðstevnu í Aalborg og Odense, har ætlanin er, at arbeiðsgevarar skulu fáa samband við fólk undir útbúgving, sigur KNR.