Tær fýra kommunurnar í Grønlandi hava samtykt at hava sama skattaprosent næsta ár sum í ár, og tað ber í sær, at allir skattaborgararnir fáa gagn av tí eina prosentinum, sum landsskatturin lækkar aftan á nýggjár. Tað skrivar blaðið Sermitsiaq.
Skattaprosentið í teimum grønlendsku kommununum liggur millum 25 og 28. Hægsti kommunuskatturin, 28 prosent, er í Qaasuitsup kommunu og í Kujalleq kommunu, í Qeqqeta kommunu er hann 26 prosent, og lægsta skattaprosentið, 25 prosent, hevur Sermersooq kommuna.