Ein grønlendskur mótmælisbólkur krevur nú, at umhvørvisfelagsskapurin Greenpeace fer av landinum. Tað verður gjørt greitt í brævið, sum er sent Greenpeace.
- Tað verður heitt á tykkum um at kalla skip tykkara, MV Esperanza, úr grønlendskum sjógvi. Tit eru ikki vælkomin her, skrivar grønlendski mótmælisfólkini í brævinum.
Tey finna seg ikki í, at Greenpeace roynir at steðga oljuboringunum í Grønlandi.
- Vit vita, at tykkara átøk eru ikki grundað á sannleikar, men á herróp, sum tryggjar tykkum miðlaumrøðu og fíggjarligan stuðul frá fólkum, sum tit snýta, er skrivað í mótmælisbrævinum.
Bólkurin telur 290 fólk.
Tað er grønlendska blaðið Sermitsiaq, sum ber tíðindini.










