Grønlendingar í gullið

Grønlendska heimastýrið fer nú at kanna, hvussu myndugleikarnir kunnu útvega fleiri grønlendingum arbeiði í gullnáminum við Nanortalik. Millum annað verður kannað, hvørjar útbúgvingar eru neyðugar, og hvørjar karmar gullvinnan skal hava, fyri at samfelagið skal fáa sum mest burturúr. Fyri at fáa greiði á hesum verður skipað fyri einum fundi í næstu viku, har umboð fyri myndugleikarnar á arbeiðsmarknaðar- og útbúgvingarøkinum skulu tosa um spurningarnar.