Í ár var Sermersooq kommuna vertur fyri fundinum hjá grunninum “Vestnordisk hovedstadsfond Nuuk, Reykjavík og Tórshavn”, sum á hvørjum ári veitir stuðul til tiltøk innan mentan, undirvísing og ítrótt, ið kunnu fremja og menna samstarvið og fatanina millum hesar kommunur og borgarar teirra.
Frá Tórshavnar kommunu luttóku Elin Lindenskov, býráðslimur, Bjørgfríð Ludvig, kommunustjóri og Jákup Simonsen, deildarleiðari. Asii Chemnitz Narup, borgarstjóri, var vertur undir vitjanini.
Grunnurin býtti hesaferð út 345.000 krónur. Størsta játtanin til eitt grønlendskt átak var ein stuðul uppá 55.000 kr til eina kanning um urbanisering og fráflyting. Størsta játtanin til eitt íslendskt átak var ein játtan á 25.000 til eitt átak hjá Tjóðleikhúsinum fyri 13-20 ára gomul, har dentur verður lagdur á at knýta norðurlendsku tjóðleikhúsini saman.
Størsta upphæddin til eitt føroyskt átak var ein játtan til Føroya Fólkaháskúla uppá 70.000 krónur. Peningurin fer til frípláss til íslendskar og grønlendskar næmingar á komandi vetrarskeiði.