Grønlandstíðindi: Ov nógvar rækjur

Hóast tíðindi um, at rækjuveiðan skal skerjast í Grønlandi, eru virki, sum ikki fáa arbeitt undan, tí tað er ov nógv at fáa. Okkara maður Kári við Stein greiðir frá

2. november
Manu er inni í Nuuk við gott 300 tonsum av svartkalva. Teir skulu skifta fólk, og so hava teir nakað eftir av kvotu á tí norðara feltinum.
Steffen C er inni í Manitsoq og landar í dag. Tað sama er Polar Amaroq inni í Nuuk. Teir hava um hálva last. Teir bróta túr av, tí har var okkurt, sum skuldi kannast umborð.
Ocean Tiger kom inn í dag her til Sisimiut at landa gott 400 tons.

4. november
Lómur kom inn til Aasiat við einum roktúri. Teir hava í 3½ samdøgur fingið 137 tons.

5. november
Markus er í Nuuk og landar.

6. november
Polar Nanoq kom til Nuuk í morgun at landa.

9. november
Vit hava merkt lítið til kuldan, men hann sníkir seg inn á okkum.
Vesturland kom í Prins Kristiansund í morgun á veg heim. Teir hava ligið sum hjálparskip hjá Atlantic Explorer, sum hevur sprongt á botni fyri at finna svartagullið. Krabbabáturin Natoralik liggur í Nuuk fyri veður. Har hevur viðrað illa í eina tíð. Tað hevur verið nógvur vindur, so ikki hevur verið møguleiki at draga teinarnar.

10. november
Akamalik kom inn at landa í dag. Teir hava fulla last inni, ein óførur túrur hjá teimun.

12. november
Í dag -14 stig og stilli. Polar Amaroq kom inn til Nuuk at landa. Teir høvdu bert veri úti í eina góða viku og hava knapt 200 tons inni
Qaqqatsiaq kom inn her til Sisimiut í morgun at skifta fólk og landa um 200 tons, sum teir hava fingið í eina góða viku. Teir loystu í kvøld nýggjan túr.

13. november
Polar Nagtoralik kom inn til Nuuk í morgun at landa.

15. november
Natarnaq kom inn i kvøld at landa. Teir vóru fullir upp undir lúkunar, ein óførur túrur hjá teimun.

16. november
Polar Qrasiut kom inn til Nuuk í morgun at landa og skifta manning.
Lómur kom í dag inn til Illulisat við 100 tonsum. Har er sett avmarking av avreiðing. Teir kunna bara koma við 100 tonsum ein túr um vikuna. Har eru so nógvar rækjur at teir ligga stillir av og á, tí teir kunna bert fiska 25 tons um dagin vegna nevndu avmarking. Allur smábátaflotin er har uppi fyri tíðina. Nakrir landa til Polar Seafood í Aasiat. Millum hesar er Polar Aassik, sum eg onki havi hoyrt frá í langa tíð. Virkið í Sisimiut er stongt til 24. november