Í dag minkar innlandsísurin fýra ferðir skjótari enn fyri bara seks árum síðani, og tað fer at ávirka haimshøvini, sigur Abbas Khan, sum er granskingarleiðari á Danmarks Rumcenter, ið hevur staðið fyri kanningunum í Grønlandi.
-Til 2004 fóru millum 50 og 100 rúmkilometrar burtur av ísinum í Suðurgrønlandi um árið. Men síðani 2004 er ísurin bráðnaður nógv skjótari, soleiðis at nú fara umleið 300 rúmkilometrar burturav um árið. Vøksturin er sostatt 400 prosent, og tað er ørkymlandi, sigur Khan við Ritzau-tíðindastovuna.
Tey nýggju kanningarúrslitini hjá Danmarks Rumcenter vórðu almannakunngjørd í granskingartíðarritinum Geophysical Research Letters í gjár. Mátingarnar hevur danski stovnurin gjørt saman við lærda Colorado-háskúlanum í USA.
-Heldur hetta fram, at fer vatnið frá tí bráðnaða innlandsísinum í Grønlandi at fáa heimshøvini at fløða meiri enn 60 sentimetrar í hesari øldini, sigur Abbas Khan. ST hevur fyrr mett, at heimshøvini fara at fløða millum 20 og 60 sentimetrar tey næstu hundrað árini. Abbas Khan sigur við Ritzau, at tey nýggju úrslitini vísa, at flóðin helst verður í tí ovara endanum á metingini hjá ST og kanska omanfyri.
Danski granskarin sigur, at veksandi avfall hevur gjørt, at umleið ein hálvur metur av nýggjum ísi er komin oman á miðdepilin á grønlendska innlandsísinum um árið tey seinastu árini. Men hetta mótsvarar á ongan hátt tí, sum fer burtur av innlandsísinum, sigur hann.
Granskingarleiðarin hjá Danmarks Rumcenter vil ikki siga, aum broytingin í innlandsísinum í Grønlandi stendst er av dálking ella øðrum viðurskiftum.









