Á tíðindafundi í dag upplýsti Kim Kielsen, grønlendskur landsstýrisformaður, at fleiri korona-smittað eru í grønlendska høvuðsstaðnum, Nuuk. Landsstýrisformaðurin greiddi á fundinum frá nýggjastu dagføringini í samband við korona.
Í gjár bórust góð tíðindi úr Grønlandi, tá myndugleikarnir kundu staðfesta, at tað framvegis bert vóru tvey fólk staðfest við korona-smittu í Grønlandi, men í dag vóru tíðindini eitt sindur meira døpur, sum Sermitsiaq málber seg.
Tað var nevniliga ein fegin landslækni, Henrik L. Hansen, sum í gjár greidd frá, at allar tær tá nýggastu royndirnar vóru negativar, og hann helt, at Grønland hugsandi fór at sleppa undan størri smittuspjaðing.
Men, nú sær tað ikki so gott út, sum tað gjørdi í gjár.
- Vit hava fingið 77 nýggj svar upp á royndir, og tíverri vóru tvær positivar royndir í Nuuk, upplýsti landsstýrisformaðurin á tíðindafundinum í dag. Við hesum er talið av korona-smittaðum í Grønlandi tvífaldað - úr tveimum upp í fýra.
Kim Kielsen upplýsti eisini, at tann eini smittaði er tætt knýttur at einum, sum er í starvi hjá grønlendska heimastýrinum, og tískil hevur verið neyðugt at seta nýggj tiltøk í verk.
- Tað er eingin journalistur til steðar her í dag. Rúmið, har tíðindafundurin verður hildin, er ógvuliga lítið, og nú eru vit í holt við at finna onnur hóskandi høli, legði hann aftrat.
Landslæknin í Grønlandi, Henrik L. Hansen, helt tað vera týdningarmikið at leggja dent á, at talan eftir øllum at døma ikki er um stóra smittuspjaðing í Nuuk. - Um vit øll fylgja tilmælunum, fer tað helst at eydnast at avmarka smittuspjaðingina í Nuuk, legði landslæknin aftrat.
##med2##