Mánadagin skrivaðu grønlendska landsstýrið og Den Nordiske Investeringsbank undir eina avtalu um, at Grønland lænir 350 milliónir krónur úr bankanum. Lánið skal rindast aftur eftir 15 árum, og tey fyrstu sjey árini hevur lánið fasta rentu.
Maliina Abelsen, sum umsitur fíggjarmál í landsstýrinum, sigur við KNR, at lánið skal brúkast til at fíggja eitt vatnorkuverk við Ilulissat. Verkið skal eftir ætlanini takast í nýtslu í 2013, og tá fara fýra teir størstu býirnir í Grønlandi umframt Narsaq og Tasiilaq at fáa sína elorku frá vatni.
Herumframt tryggjar lánið úr norðurlendska íløgubankanum, at gjaldførið hjá landskassanum í 2013 er tryggjað.










