Grønland: Stjórnarskipanin skal ikki virða donsku grundlógina

Nýggja samgongan fer væntandi at leggja ein nýggjan leist fyri stjórnarskipanararbeiðið

Ein nýggj grønlendsk stjórnarskipan skal ikki taka hædd fyri donsku grundlógina, men skal einans vera ein stjórnarskipan fyri eitt sjálvstøðugt Grønland. Tað er sambært grønlendska kringvarpinum KNR ætlanin hjá nýggja grønlendska landsstýrinum.


Sostatt fer man frá upprunaligu arbeiðssetninginum hjá stjórnarskipanarnevndini, ið var at orða eina stjórnarskipan í tveimum stigum, harav eini parturin av stjórnarskipanini skuldi fáa gildi meðan Grønland enn er við í Ríkisfelagsskapinum.


Vittus Qujaukitsoq, grønlendski innanríkisráðharrin, verður endurgivin av KNR fyri at siga, at tað er eitt neyðugt stig at taka.


- Um rammurnar í grundlógini ikki verða broyttar, so kann man ikki økja um heimildirnar hjá Grønlandi innan nevndu økir. Og um hugt verður eftir samgonguskjalinum, so hava vit sagt, at vit ynskja at yvirtaka uttanríkis- og trygdarpolitikkin. Tí skal broytingin gerast út frá tí, ið er skrivað í samgonguskjalinum, sigur Vittus Qujaukitsoq.


Vittus Qujaukitsoq ásannar tó, at tað ikki er landsstýrið, men grønlendska tingið, ið varðar av stjórnarskipanarnevndini. Sostatt er tað bara tingið, ið kann broyta arbeiðssetningin.


Sambært KNR, so var eisini ósemja í síðstu tingsetu um nýggja stjórnarskipanin skuldi taka hædd fyri donsku grundlógina ella ikki. Tá ynskti Vivian Motzfeldt, táverandi forkvinnan fyri stjórnarskipanarnevndini, at gera eina stjórnarskipan, ið ikki tók hædd fyri Grundlógini, men fekk ikki undirtøku frá Suka K. Frederiksen, táverandi innanríkisráðharra.