Upprunaliga kom uppskotið frá tveimum tingmonnum hjá andstøðuflokkinum Atassut, sum skutu upp at stovna sendistovur í USA, Russlandi og Bretlandi. Men eftir at málið hevur verið til viðgerðar í uttanríkis- og trygdarpolitisku nevndini, hevur ein samd nevnd skotið upp at stovna sendistovur í Íslandi og USA.
Í álitinum vísir nevndin á, at fleiri íslendskar fyritøkur arbeiða í Grønlandi, og at fast flogsamband er millum londini. Harafturat er tætt samstarv millum heilsuverkið í londunum báðum, og tá samstarv á fiskivinnuøkinum og útnorðurssamstarvið verða løgd afturat, heldur
nevndin tað vera rætt við einari sendistovu í Reykjavík.
Uttanríkis- og trygdarpolitiska nevndin hjá Landstinginum heldur tað eisini vera umráðandi at stovna sendistovu í USA. Nevndin sigur, at við einari sendistovu har kann Grønland leggja størri dent á arbeiðið í ST fyri rættindunum hjá upprunafólki.
Hinvegin heldur nevndin, at grønlendska sendistovan í Bruxelles kann røkja tey grønlendsku áhugamálini í Bretlandi og Russlandi. Nevndin nevnir eisini møguleikan fyri at skipa sendistovu í Kina, sum vísir støðugt størri áhuga fyri tí arktiska økinum.