Grønlendska landsstýrið kunnaði í gjárkvøldið danska veðurlagsmálaráðharran, Lykke Friis, um, at frá 2013 til 2020 fer Grønland at skerja sítt CO2-útlát fimm prosent samanborið við landsins útlát í 2007.
Frammanundan hevur Grønland sett sær fyri at skerja útlátið átta prosent hetta til 2012 samanborið við útlátið í 1997.
Grønlendingar ætla at røkka málinum við eitt nú at útbyggja vatnorkuna, bøta um bústaðarviðurskiftini og við at avmarka orkunýtsluna í fiskivinnuni.
Heimsnáttúrugrunnurin WWF er ikki hugtikin av grønlendsku ætlanini, men heldur fimm prosent vera alt ov lítið, skrivar DR.










