Grønland skal tosa enskt heldur enn danskt

Grønlendska heimastýrið arbeiðir í løtuni við at broyta undirvísingina í grønlendska skúlanum og geva enskari frálæru hægri raðfesting enn danskari.

 

Tað skrivar Sermitsiaq.

 

Grønlendskt skal framvegis hava hægstu raðfesting, men undirvísing í donskum skal í framtíðini fáa færri undirvísingartímar enn enskt.

 

Heimastýrið hevur ítøkiligar ætlanir um at seta eina nevnd saman, ið skal koma einum tilmælið hvussu ætlanin kann fremjast.

 

Nivi Olsen frá heimastýrinum sigur, at grønlendska samfelagið hevur betri møguleikar at menna seg samfelagsliga og í førleikum, um næmingarnir, sum koma úr skúlanum hava eitt gott støði í enskum, ið er eitt av stóru heimsmálunum.