Grønland skal hava barnaumboðsmann

Í Grønlandi fara Demokratarnir at virka fyri, at landið fær ein barnaumboðsmann, sum skal tryggja rættindini hjá børnum og ungum Anda Uldum, sum umboðar flokkin Demokratarnar í tí nývalda grønlendska Landstinginum, segði í gjár, at hann fer at virka fyri, at Grønland fær ein barnaumboðsmann.

Anda Uldum bleiv ikki valdur í Landstingið á valinum, men kemur á ting sum varamaður hjá Jens B. Frederiksen, sum verður landsstýrismaður.

Anda Uldum segði við kringvarpið KNR, at hann fer at virka fyri einum lógarpakka til tey grønlendsku børnini, og at skipanin við einum barnaumboðsmanni verður ein partur av pakkanum.

Uppgávan hjá umboðsmanninum verður at tryggja rættindini hjá børnum og ungum í Grønlandi. Svøríki hevur eina tílíka skipan.