Grønlendski landsstýrisformaðurin, Kuupik Kleist, er væl nøgdur við vitjanina hjá suðurkoreanska forsetanum, Lee Mung-Bak, í Grønlandi um vikuskiftið
Undir vitjanini vórðu fýra avtalur um ymiskt samatarv undirskrivaðar. Landsstýrismaðurin Ove Karl Berthelsen, sum umsitur vinnumál og ráevnini, og suðurkoreanski vitanar- og búskaparmálaráðharrin, Hong Suk-Woo, skrivaðu undir eina avtalu um at menna samstarvið á ráevnaøkinum.
Í sama viðfangi hevur grønlendska felagið Nuna Minerals skrivað undir avtalu við tað almenna suðurkoreanska námsfelagið Korea Resources Corporation.
Vísindin slapp eisini upp í part. De Natioanle Geologiske Undersøgelser for Danmark og Grønland, GEUS, skrivaði undir sáttmála um samstarv við ein líknandi stovn í Suðurkorea, og lærdi háskúlin í Århus fekk sáttmála við suðurkoreanska pólgranskingarstovnin.
Kuupik Kleist sigur við grønlendska kringvarpið, at vitjanin er søgulig, og at hann sær nógvar møguleikar í samstarvi við eina av heimsins fremstu ídnaðartjóðum. Vitjanin hjá suðurkoreanska forsetanum er eftir hansara tykki eisini eitt prógv um, at Grønland verður støðugt meiri sjónligt á tí uttanríkispolitiska pallinum.