Grønlendska manslandsliðið í hondbólti, sum hevur Inga Olsen, sum hjálparvenjara hevur staðið seg sera heiðurliga í tí panamerikanska meistaraskapinum, sum hesaferð var avgreitt í Argentina.
Tíverri var tað bara málmunurin, sum sendi Grønland afturum Chile og Argentina í bólkaspælinum, har øll trý londini endaðu á átta stigum við fýra sigrum og einum tapi. Í bólkaspælinum vann Grønland sensasjónelt 25-23 á vertslandinum, Argentina. Í Grønlandi verður tosað og skrivað um, at talan kanska er um ein hin besta dystin hjá grønlendska hondbóltslandsliðnum nakrantíð. Men 29-37 tapið ímóti Chile gjørdist dýrt, og tá Chile so tapti 21-22 ímóti Argentina við seinasta kastinum í dystinum endaði Grønland við svartaperi. Grønland vann annars sannførandi sigrar ímóti Guatamala, Kanada og Meksiko í bólkaspælinum.
Grønlendingar reistu seg tó veruliga í dystunum um endastøðurnar millum nummar fimm og nummar átta. Ígjár vunnu grønlendingar 37-30 (14-14) á USA, og í dag spældi Grønland ímóti Puerto Rico um fimta plássið. Talan gjørdist um ein knúsandi 42-19 sigur. Longu í steðginum var Grønland á odda 18-11, so tað var eingin ivi um, at Grønland var betra liðið.
Grønlendingar vunnu sostatt seks av sjey dystum, og kunnu verða stoltir av sínum avriki, men vit kunnu ergra okkum vegna grønlendingar og vegna Inga Olsen, at málmunurin feldi teir í bólkaspælinum.
Chile og Brasil spæla finalu, og Argentina og Uruguay spæla bronsudyst. Trý tey bestu liðini sleppa til HM-endaspælið í Fraklandi, sum verður dagarnar 11. til 29. januar. Danmark, Ísland og Svøríki hava spælt seg til HM-endaspælið, so norðurlond eru væl umboðað í kappingini.