Tað heldur Trine Bramsen, verjumálaráðfrú, sum fer at seta fleiri tiltøk í verk fyri at styrkja arbeiðið í Arktis.
– Vit skulu hava tættari og javnari samskifti við Grønland og Føroyar um verjupolitiskar spurningar, sigur Trine Bramsen í eini tíðindaskrivi.
Eitt tættari samstarv fer at hava við sær betri útbúginvarmøguleikar fyri grønlendsk embætisfólk.
– Eg vil fegin geva embætisfólkum í Grønlandi og Føroyum møguleikan fyri førleikamenning í mun til trygdarpolitiskar spurnignar við at geva teimum atgongd til útbúgvingar hjá Verjuakademinum.
– Harumframt fari eg at bjóða teimum at geta tað lættari fyri grønlendsk sløkkiliðsfólk at taka ískoytis tilbúgvingarútbúgvingar.
Tað stendur eisini í tíðindaskrivinum, at vegna vaksandi geopolitiska týdningin av Arktis skal »hjáveran hjá verjuni eisini styrkjast sum eitt nátúrligt svar upp á hesa menning«.
Tað stendur tó einki um, hvussu verjumálaráðfrúan ítøkiliga vil, at økt hjávera í Arktis og í Norðuratlantshava skal fáast í lag.
Men stjórnin ynskir at varðveita Arktis sum eitt »láspenningsøki«, verður sagt í tíðindaskrivinum.
/ritzau/