Grønland má velja

Økið kring Norðpólin kann fáa sera stóran altjóða týdning í komandi árum, og tí noyðast grønlendingar at velja, hvørjum teir skulu halda seg afturat Russlandi ella USA, ella um teir skulu halda seg afturat Norðurlondum.

Tað segði fyrrverandi danski uttanríkisráðharrin Uffe Ellemann- Jensen í einum fyrilestri í Nuuk um vikuskiftið.

Hann vísti á, at um eini 20-30 ár verður eingin írur á havleiðunum í Arktis. Tað fer at økja áhugan fyri rættindunum til ríkidømið í undirgrundini og áhugan fyri teirri nýggju siglingareliðini, og at tað fer at gera økið til stórpolitiskt áhugaøki, segði fyrrverandi uttanríkisráðharrin.

Uffe Ellemann-Jensen segði, at sum lið í fyrireikingunum til tær broyttu umstøðurnar mugu grønlendingar taka støðu, áðrenn USA og ella Russland fer noyða teir til at gera tað.