- Grønland hevur brúk fyri einum sterkum politiskum meiriluta, sum hevur mót til at draga Grønland úr meira enn 40 ára langari sosialistiskari vanahugsan. Hvør einasti dagur í 2019 skal brúkast til at berjast fyri fleiri politiskum úrslitum, eitt nú við at gera upp við eina av heimsins størstu almennu umsitingum.
Tað sigur formaðurin í Demokraatit í Gønlandi, Niels Thomsen, ið er stuðulsflokkur hjá minnilutasamgonguni hjá Siumut. Blaðið Sermitsiaq hevur biðið floksleiðarar um viðmerkingar til árið, sum nú er farið at halla, og blaðið hevur eisini biðið leiðararnar um at siga eitt sindur um tær politisku avbjóðingar, ið liggja fyri framman.
Í blaðnum er soleiðis ein longri samrøða við formannin í Demokraatit, Niels Thomsen, har hesin eisini umrøður møguleikarnar hjá Grønlandi at sleppa sær burtur úr danska blokkstuðlinum.
- Eingin skal vera í iva um, at politiskt sjálvræði er yvirskipaði málsetningurin hjá okkum. Avbjóðingin er, at sosialistisku flokkararnir í Grønlandi seinastu 40 árini hava bygt upp eina gigantiska almenna umsiting, sum er ógvuliga kostnaðarmikil at reka.
Niels Thomsen vísir á, at tað er henda umsiting, sum hevur gjørt Grønland bundið at blokkstuðlinum, samstundis sum sosialistisku flokkarnir ikki hava megnað at lyft útbúgvingarstøðið tilsvarandi. Ei heldur hava flokkarnir megnað at skapt góðar og attraktivar umstøður til annan ídnað í Grønlandi enn fiskiídnaðin.
Floksformaðurin sigur, at sosialistiski politikkurin hevur gjørt Grønland bundið av ríkisfelagsskapinum og hevur gjørt, at blokkstuðulin er tygd fyri vælferð og livistøði.
- Tá hetta er sagt, er tað týdningarmikið, at vit alla tíðina arbeiða fram ímóti at gera okkum so leys av ríkisfelagsskapinum sum gjørligt, tó at meira enn 300 ára gomul felagssøga ikki letur seg avnokta. Tað búgva nógvir grønlendingar í Danmark og øvut. Á tann hátt koma londini altíð at vera knýtt tætt at hvørjum øðrum.
Niels Thomsen sigur, at tí skal Grønland saman við Danmark skapa eitt samstarv, sum tekur atlit til henda veruleika. Men, hetta skal vera eitt javnbjóðis samstarv, sum er til gagn fyri bæði londini – og uttan, at talan er um stórabeiggja/ lítlabeiggja-viðurskifti.
- Men, eitt slíkt arbeiði liggur tó nakað úti í framtíðini, tá vit fyrst her heima noyðast at skapa eitt sterkt fundament fyri politiskari sjálvstøðu. Hetta krevur, at vit øll gerast meira tilvitað um, hvar vit skulu brúka okkara orku, sigur Niels Thomsen við Sermitsiaq.
Øll samrøðan við formannin kann lesast um heimasíðuna www.sermitsiaq.ag