Grønland er í dag komið við tiltøkum, ið ætlandi skulu halda landinum frítt fyri corona-smittuna.
Ongin persónur í Grønlandi er enn staðfestur at vera smittaður við corona.
Grønlendsku myndugleikarnir mæla upp á tað harðasta frá øllum flogferðum til og úr Grønlandi, ið ikki eru sera týðandi ella neyðugar.
Eisini verður mælt frá flúgving í Grønlandi. Hetta upplýsa grønlendsku myndugleikarnir sambært Ritzau tíðindastovuni.
Danska tilmæið um, at ikki fleiri enn 100 fólk eiga at savnast til tiltøk, ætlar Grønland at gera til eitt krav.
Almenn ferðsla er eisini samrøðuevni, og Grønlendskir myndugleikar meta ti dømis, at í bussum eiga ikki fleiri at vera við, enn setur eru til.