Nuuk: Hetta er ein spennandi tíð við stórum avbjóðingum fyri Grønland. Altjóða íleggjarar og vinnufyritøkur standa í bíðirøð fyri at sleppa at kanna, hvat goymir seg í grønlendsku fjøllunum og nú eisini í undirgrundini til havs í Vesturgrønlandi. Hetta er tað ein kann kalla byrjanin til eitt vinnuævintýr av teimum heilt stóru. Politikararnir tosa um tað, vinnulívsfólk tosa um tað. Tað fer ikki dagur, at miðlarnir ikki skriva og siga frá stóra áhuganum hjá útlendskum fyritøkum at koma til Grønlands at virka. Og eisini fólkið á gøtuni hevur hetta á munni.
Hóast høvuðsvinnan her í Grønlandi leingi hevur verið tað havið gevur, so bendir nógv á, at tað verður náms- og kolvetnisvinnan, sum fer at gerast høvuðsinntøkukeldan hjá grønlendingum í framtíðini, tó at blokkurin úr Danmark framvegis telur nógv í samlaða búskapinum.
Ríkt
Grønland er ómetaliga ríkt uppá alskyns mineralir, og tað eru hesi, sum útlendsku fyritøkurnar ein fyri og onnur eftir, úr Kanada, USA, Svøríki, Australia og Bretlandi vilja finna og framleiða. Her er m.a. talan um jarn, gull og enntá diamantar. Her finnast mineralir, sum hátøkniligi heimurin hungrar eftir at brúka í framleiðsluni av nýggjari tøkni. Tosað verður eisini um at byggja eitt stórt aluminiumsverk, sum tó skal viðgera innflutt ráevni, fyri bara at taka nakað úr rúgvuni. Ongantíð áður eru latin so nógv loyvi til útlendskar fyritøkur, sum vilja brúka orku til at finna ráevnini og útvinna tey.
Enn er alt hetta í síni byrjan. Kanningar verða gjørdar og útrokningar verða gjørdar. Íløgur skulu gerast í milliardaklassanum. Onkrar verkætlanir hava verið í gongd í nøkur ár og skulu nú endurskoðast. Í flogfarinum til Nuuk kanst tú lesa í grønlendska blaðnum AG Grønlandsposten, at tørvur er at at fáa útlendska arbeiðsmegi til Grønlands, um ein nýggj og umfatandi námsvinna skal gerast veruleiki. Ein av yvirskriftunum er, at 5000 kinesiskir arbeiðsmenn skulu koma til Grønlands at arbeiða. Enn stendur einki um føroyska arbeiðsorku, men hvør veit, føroysk arbeiðsmegi er kend fyri at vera so mobil og fleksibul, at tað upprennur helst tann dagur eisini, tá føroyskir arbeiðsmenn og handverkarar gerast partur av grønlendsku námsvinnumenningini. Tað vil tíðin so vísa.
Kolvetni
Tað mest ítøkiliga í løtuni í sambandi við at gera stórar íløgur í ráevni í Grønlandi er leitingin eftir kolvetnum, olju og gassi í grønlendsku undirgrundini. Tað var miðskeiðis í 70-unum, at fleiri øki vórðu tillutað oljufeløgum út fyri Diskovíkina og boraðir vórðu fimm brunnar. Allir vórðu teir turrir. Tað skuldu ganga nógv ár til Statoil í ár 2000 boraði enn ein brunn í Vesturgrønlandi. Heldur ikki hann gav nakað úrslit. Nú skjótt 10 ár seinni hevur skotska felagið Cairn Energy átikið sær at bora ein røð av brunnum. Tríggir eru boraðir í ár og hava teir avdúkað, at tað finst ein virkin kolvetnisskipan í undirgrundini. Nú er so bert eftir at gera rakstrarverdug fund. Cairn fer at bora fleiri brunnar aftrat komandi árini, møguliga einar sjey til tíggju brunnar.
Men ikki nokk við tí. Hósdagin lat grønlendska ráevnifyrisitingin sjey altjóða oljufeløgum, teirra millum fleiri av heimsins størstu oljufeløgum, nýggj loyvi at leita eftir olju og gassi í Vesturgrønlandi. Ein kann tí væl siga, at hesin dagurin, 2. desember kann gerast ein merkisdagur, eitt vegamót í grønlendskari vinnusøgu. Tí hvør veit - við hesum loyvum, sum helst fara at hava við sær nógvar nýggjar brunnar - kann skjøtil setast á eina spildurnýggja vinnu í Grønlandi. Men helst liggur tað nógv ár frammi í tíðini.
Sjey feløg
Feløgini, sum hósdagin fingu handað loyvini á einum hátíðarhaldi á Hans Egede hotelli í Nuuk, eru Cairn, Shell, Statoil, Dong, ConocoPhillips, Maersk, Gas De France og so grønlendska almenna oljufelagið Nunaoil, sum er borið felag í øllum loyvum. Hetta merkir, at felagið eigur í mesta lagi 12,5% lut í øllum loyvum, men skal ikki gjalda nakað til leiting og kanningar, áðrenn kolvetni verða funnin. Men tann dag eitt oljufelt skal útbyggjast, tá luttekur Nunaoil á jøvnum føti í útreiðslunum saman við hinum feløgunum í loyvinum.
Vert er at bíta merki í, at her hava vit føroyingar valt eina aðra leið – í hvussu er fyribils. Vit hava valt tað almenna oljufelagið frá. Helst verður hetta eitt av kjakevnunum í Føroyum í framtíðini. Spurningurin er, um vit her hava nakað at læra av grønlendingum.
Ov stutt
Áhugavert er eisini at síggja, at fleiri av feløgunum, sum eru við í leitingini í Føroyum eisini hava fingið loyvi í Grønlandi, her m.a. Statoil og Dong. Tað kundi verið enn eitt felag, men tað var ov stutt í royndunum at fáa loyvi í Grønlandi. Talan er um føroyska felagið Faroe Petroleum, sum hevði lagt stóra orku í at fáa eitt av loyvunum í Grønlandi. Men sum skilst var kappingin millum feløgini at fáa ávísar teigar so stórt, at nøkur vórðu við sviðiðsoð, teirra millum føroyska felagið. Eisini vórðu krøvini sera stór bæði fíggjarliga, tøkniliga og umhvørvisliga.
Tað vóru tó eisini føroysk andlit til steðar við handanina av loyvunum. Tað var stjórin í Statoil Faroes, Rúni M. Hansen, sum eisini stendur á odda fyri leiting hjá Statoil í norðurhøvum og í Norðurafrika. Hann er júst komin til Nuuk úr Egyptalandi og var við til at taka ímóti loyvi saman við umboðum fyri Shell og Gas De France.
Enn ein føroyingur, sum tó ikki var til steðar í Nuuk, nevniliga landsstýrismaðurin í oljumálum, Johan Dahl heldur nýggju útbjóðingina vera so mikið áhugaverda, at hann hevur sent grønlendska starvsbróðurinum eina heilsan við ynski um góða eydnu. Johan Dahl hevur í sama viðfangi rætt hondina út til grønlendingar um at fáa samstarv í lag millum Føroyar og Grønland, tá tað um oljuleiting og veiting av tænastum og vørum til hesa vinnu ræður.
Stjórin í grønlendsku ráevnisfyrisitingini, Jørn Skov Nielsen sigur við Sosialin, at Grønland hevur stórar vónir til eina framtíðar kolvetnisvinnu. Hann heldur eisini, at føroyingar og grønlendingar eiga at víðka um samstarvið á hesum økinum.
(Samrøða við hann og aðrar grønlendingar koma í Sosialin í desember og januar mánað)










