Grønland krevur størri havbotn

Grønlendska landsstýrið hevur saman við donsku stjórnini kravt ræðisrætt yvir havbotni eystanfyri og í útsynning úr landinum. Tilsamans snýr tað seg um 115.000 ferkilometrar, og tað tilfarið, sum er grundarlag undir kravinum, er latið havrættarmyndugleikunum hjá ST.
Stjórin í uttanríkisráðnum í Nuuk, Inuuteq Holm Olsen, sigur við KNR, at Ísland hevur latið ST krav um ein part av tí øki, sum Grønland heldur seg hava rætt til. Kanada hevur ikki latið ST síni krøv enn, men tað er kortini greitt, at Kanada og Grønland gera krav upp á somu millum londini.
Inuuteq Holm Olsen heldur, at Grønland hevur tvær góðar sakir, sum hon málber seg.